Viðtøkur fyri Veiði- og Skjótifelag Føroya
§ 1. Endamál felagsins
Stk. 1. At varðveita og betra um livilíkindi hjá villum fugli og dýrum í Føroyum.
Stk. 2. At gagnnýta hesar stovnar á skynsaman hátt við loyvdum veiðiháttum.
Stk. 3. At varðveita og menna gamla veiðimentan føroyska fólksins og kunnleika hansara til føroyska náttúru.
Stk. 4. At bera so í bandi, at komandi ættarlið fáa hollan kunnleika til góða og ábyrgdarfulla veiði.
Stk. 5. At samstarva við landsins politisku og náttúrufrøðiligu myndugleikar fyri skynsamar og haldgóðar skipanir.
Stk. 6. At samstarva við Løgting og Landsstýri, so lógir og kunngerðir taka atlit til fólkið, ið viðkemur, og at hesar verða so frælsar sum gjørligt.
Stk. 7. Sum veiði- og skjótiáhugað felag arbeiðir felagið fyri, at hagl- og luftbyrsur, rifflir og pistólar eru lóglig, regluliga skipað og varðveitt lógliga.
Stk. 8. At virka sum skjóti- og veiðifelag, har limir hava atgongd til skjóti- og veiðutilboð sambært galdandi reglum.
§ 2. Limir felagsins
Allir veiði- og skjótiáhugaðir menn og kvinnur kunnu gerast limir í felagnum.
Aldursmark er 18 ár.
§ 3. Nevnd felagsins
Felagið verður stýrt av eini 5-manna nevnd, ið verður vald á aðalfundi.
Nevndarlimir verða valdir soleiðis, at annaðhvørt verða 3 limir valdir eitt ár og 2 limir hitt árið.
Nevndarlimir kunnu verða afturvaldir.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, skrivara og kassameistara.
§ 4. Aðalfundur
Aðalfundur verður hildin eina ferð um árið í mars mánaði.
Aðalfundurin skal lýsast í minsta lagi 14 dagar frammanundan við brævi, telduposti ella á Facebook.
Skrá aðalfundarins:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frágreiðing formansins um virksemi felagsins farna ár.
3. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi.
4. Val av nevnd.
5. Val av grannskoðara.
6. Ásetan av limagjaldi.
7. Innkomin mál.
8. Ymiskt.
§ 5. Limagjald
Limagjaldið er kr. 100,00 um árið.