Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli.
Góði Høgni Hoydal og Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Vit, limir í Veiði og Skjótifelag Føroya ynskja hervið at seta fram okkara sjónarmið og áheitanir í sambandi
við ætlanini hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, at skerja veiðitíðina eftir svartfugli, d.s Lomvigu, álku og
lunda.
Felagið vil við hesum, takka fyri at sleppa til orðanna, og vilja vit í hesi hoyring vísa á viðurskifti, ið hava
týdning fyri veiðina eftir svartfugli.
Eingin veiðimaður ynskir at oyða nakran stovn, tí er tað umráðandi fyri okkum, at vísa á væl grundaðar
vísindaligar staðfestingar, og okkara eygleiðingar frá okkara nærumhvørvi.
Veiðimentanin í Føroyum, er ikki bara ein partur av okkara mentanararvi, men við verandi veiðiáseting,
eisini ein burðardyggur siður, sum er framdur í fleiri ættarlið. Ein siður, ið vit meta, eigur at halda áfram, tó
við ávísum smærri tillagingum.
Yvir longri tíð eru teljingar, skrásetingar og alheims akademiskar greinar skrivaðar, um lomvigu, álku og
lunda. Harvið, er vitanin um omanfyri nevndu fuglasløg góð.
Tað finnast altjóða stovnar, sum savna saman granskingarúrslit, og hava harvið vitan til at gera ymiskar
niðurstøður, millum annað um fugl, stovnsstødd á fugli og so framvegis.
Her endurgeva vit staðfestingar um standin á lomviga, álku og lunda á viðurkendu heimasíðuni hjá The
International Union for Conservation of Nature, hetta eru almenn tøl.
Soleiðis skrivar UICN um Lomviga:
Soleiðis skrivar UICN um Lunda:
Soleiðis skrivar UICN um Álku
Okkum kunnugt, er tað Havstovan, sum varar av sjóðfuglinum í Føroyum. Og eru tað almenn tøl frá
Havstovuni, sum vit brúka í hesum teigi, fyri at lýsa støðuna av lomviga, álku og lunda í Føroyum.
Á síni heimasíðu hevur Havstovan hesi almennu tølini (sí mynd).
Á hesi talvu staðfestir Havstovan, at tað eru 1.65 milliónir lundar, 690 túsund ritir, 525 túsund lomvigur og
13.500 álkur í Føroyum.
Bæði ringmerkingar og fylgisveina sendarar vísa, at føroyski svartfuglurin leitar sær langt út um føroyskt
sjóðøkið, eftir at pisan er floygd.
Ferðamynstur hjá okkara svartfugli:
Niðanfyri er mynd av ferðamynstrinum hjá føroyska svartfuglinum, ið er tikin úr grein, ið høgt virðismettir
granskarar á Havstovuni fyri kortum hava skrivða og sent til altjóða tíðarrit at úttgeva. Greinin er kortini ikki
útgivin enn.
Greinin vísir, at nógv tann stórsti parturin av lomviga, lunda og ritu, leitar sær arðar leiðir í tíðini, loyvi er at
skjóta hesar fuglar. Viðmerkjast skal, at tað einans eru settir sendarar á 14 lomvigar, tísskil er myndin fyri
lomvigan lutfalsliga lítið sigandi, tó vísir hon rættuliga greitt at føroyska lomvigan, ikki er í føroyskum sjógvi í
veiðitíðini.
Hyggja vit hinvegin í bókina ”Færøsk Trækfugleatlas», ið millum onnur er skrivað av Jens Kjeld og Dorete
Bloch. So finna vit fram til drúgvu umrøðuna av umfatandi ringmerking í Føroyum, har 6.357 lomvigar blivu
merktir aftur í 70’unum.
Av teimum 6.357 merktu fuglunum, eru 802 ringar komnir inn aftur. Nógv tann stórsti parturin av
afturkomnu ringunum, stavaðu frá druknaðum lomvigum í gørnum, uttanfyri Norsku strondina. Einans 3
ringar komu aftur av veiddum fugli í Føroyum í tíðarskeiðinum frá 1. oktobur til 20 januar.
Út frá hesum myndum kann staðfestast, at Føroyskur svartfuglur er rættuliga langt úr byrsumálið, í
veiðitíðini frá 01. oktobur til 20. januar.
Havstovan staðfestir á heimasíðu síni (SÍ mynd): ”at teir ikki kunnu siga, at veiðan eftir svartfugli er
burðardygg. Orsøkin til tað er, at Havstovan ikki hevur neyvar stovnsmetingar av sjóð/svartfugli kring alt
landið og siga eisini, at stovnurin ikki hevur nakrar skrásetingar av veiðihagtølum.
Vit meta at hendan útsøgnin frá Havstovuni er betri ósøgd, tí grunda av manglandi vitan, kann Havstovan
heldur ikki við vissu siga, at veiðan eftir svartfugli er óburðadygg.
Og harumframt, so sær Havstovan ikki heildina, sum vit vísa á omanfyri, sum er alneyðugt fyri at
rættvísgerða, at vit við reinari samvitsku kunna veiða fugl.
Í nógv ár hevur tað verði gitt og illgitt um, hvussu sjóðfugurin í føroyum hevur tað. Føroyingar hava skrivað
vísindaligar greinar, millum annað ym hvussu føði ávirkar svartfuglin o.s.fr.
Somuleiðis eru nógvar eygleiðingar gjørdar, av bæði granskarum, veiðifólki og fuglakønum av
svartfuglinum, og javnan blíva sera ógrundaði uppáhald førd fram.
Men hóast hetta, tykjast øll samd um, at fakta um fuglin ikki er uppá pláss, hvørki hvat viðvíkur
stovnsmetingum, umhvørvsligu árinum ella veiðu.
Sannleikin er, at við tí vitan, vit í dag hava um føroyska fuglin, er nær um vónleyst at gera sær eina greiða
mynd av, hvussu standurin hjá svartfuglinum í Føroyum er.
Okkum kunnugt, so er fyri tað mesta galdandi, at veiðan er burðadygg, tá tað verður veitt um 10% av einum
samlaðum stovni, hetta verður umrøtt seinni í skrivinum.
Myndin niðanfyri (sí myndi) er tikin av heimasíðuni hjá Havstovuni. Hon vísir teljingarnar av sjóðfugli á
høvdanum í Skúgvi, á hvørjum árið í tíðarskeiðinum 1975 til 2023 av lomviga, ritu og havhesti.
Vit viðurkenna, at samlaða talið av lomviga í Høvdanum minkar nógv frá 1972 til 1990. Men frá 1990 og fram
til 2023, hendir tað seg fleiri ferðir, at tað verða tald á leið 3.000 pør av lomviga í Høvdanum, tó at tað til tíðir
eru útsving.
Síggjast kann eisini, at ritan hevur verði í støðugum vøkstri í Høvdanum, tó at 2023 ikki royndist so væl eins
og undanfarin ár.
Okkara greiða fatan av teljingunum í Høvdanum, 33 árini frá 1990 fram til 2023 er, at lomviga stovnurin
liggur støðugur, tó við ávísum útsvingum.
Ritan hevur verði í vøkstri 10 tey síðstu árini síðani 2014.
Veiðifelagið ger vart við, at veiðifólk kring oyggjarnar í mong ár hava gjørt sær eygleiðingar av
svartfuglastovninum kring alt landið, og nógv verður práta saman millum veiðifólk. Hetta ger, at veiðifólk
hava eina virðismikla vitan, ið sjálvdan, um nakrantíð, verður tikin við, tá metast skal um
sjóðfuglastovnarnar.
Mangan er tað ikki samanhangur í millum tað í vísindin sigur, og tað sum veiðifólk staðfesta í bjørgum og
sjógvi, og er tað reglan, heldur enn undantakið, at vísindin er alt ov passiv við sínum staðfestingum.
Fyri okkum er tað sera umráðandi at staðfesta, at Høvdin einans umboðar ein lítlan part av øllum
búðstøðnum hjá sjóðfugli í Føroyum, tísskil kann henda talva ikki brúkast til meira, enn eina løtumynd á
avmarkaðum staðið.
Veiðan eftir svartfugli er, og hevur til allar tíðir verði ein partur av okkara mentanar- og siðarvi. Sum
útgangsstøði meta vit ikki, at nøkur veiða eigur at fara fram, tí tað er mentan og siður, men tí, fyri nógvar
bygdir og býðir er veiða ein týdningarmikil kelda til mat. Svartfuglur er partur av einum sunnum og
fjølbroyttum kostvana hjá mongum føroyingum.
Vit vilja eisini vísa á, at fuglaveiða sum heild er savnandi og knýtir tøtt bond í bygdum og býðum og millum
bygdir og býðir.
Ung og gomul, læra virðismiklan lærdóm frá veiðifólkið um føroyska mentan, um fugla og djóralív sum
heild, um okkara náttúru og ikki minnst um, hvussu man á ein skilagóðan hátt kann gagnnýta tilfeingi, ið
okkum føroyingum er latið upp í hendi.
Hugtakið «stuttflutt» sum er meira aktuelt nú enn nakrantíð, orsaka av umhvørvisdálking og ovurtstóru
prísvørstrunum, á so at siga øllum innfluttum matvørum, fær veruligan týdning, tí veiðan eftir svart fugli
krevur ikki meira enn tað, ein sjálvur leggur í tað.
Fyri veiðifólk hevur veiða, sera stóran fíggjarligan týdning. Vit undirstrika, at tað ikki er søla av veiðini sum
ger okkum fíggjarliga sterkari. Harafturímóti er tað sparingin av, at tað slepst undan at keypa matvørur til
yvirprís – aftrat hesum slepst eisini undan at ríka upp fremmandar útlendskar aktørar, sum fyri ein stóran
part eiga matvøruhandlarnar í Føroyum í dag.
Haraftrat, so kann man seta spurnarðartekin við, um tað ið verður keypt til føði í matvøruhandlunum er ein
betri og øðrvísi møguleiki, til millum annað fuglin sum vit veiða. Tað er ein alheimstrupulleiki, at
heilsustøðan hjá fólki er versna, í takt við, at menniskjaføði er blivin ein alheims handilslýsing.
Fyrr í hesum skrivið, hava vit víst á, at uppáhald javnan verður ført fram um, at tað ikki finnast skrásetingar
av veiðuhagtølum í Føroyum.
Somuleiðis hava fuglafrøðingar og onnur náttúraverndarfólk javnan ført fram, at tað kemur kapping millum
veiðifólkið. Og at veiðifólk við sínum stóru og skjóttgangandi bátum, sigla alt landi runt, og skjóta frá hond í
fleiri tíggju túsundatali av svartfugli – uttan at hava nakað sum helst at byggja sínar útsagnir á.
Omanfyri nevndu útsagnir fingu veiði- skilafólk til at bera seg at, og settu sær fyri at mótmæla hesum
útsagnum.
Úrsliti av tí arbeiðnum var, at tað til veiðuárið 2022, bleiv framleidd ein heimasíða, har fólk hava møguleika
til at skráseta sína fuglaveiðu og annað. (sí leinkju www.fuglaveida.fo).
Á hesi síðu, eru tað gjørdar skrásetingar úr øllum føroyum. Her hava vit eitt hent amboð, at geva okkum eina
mynd av, hvussu veiðan eftir svartfugli hevur hátta seg, árini eftir fyrsta skrásetingarár.
Talvurnar niðanfyri vísa samlaðu veiðina av lomvigu, álku og lunda fyri árini 2022, 2023 og 2024 og túratøl
fyri hesi ár.
Veiðutøl fyri 2022:
Veiðutøl fyri 2023:
Árið 2024 er ikki liðugt enn, so tað koma helst nakrir túrar afturat, og tað kann verða, at nakrir túrar verða
gjørdir, áðrenn veiðutíðin er úti.
Sum vit áður hava nevnt í hesi grein, undir punktinum «bruðardygd», so metist veiða at verða burðadygg, um
man tekur áleið 10% av samlaða stovninum.
Vit hava eisini víst á undir punktinum, «sjóðfuglinum í Føroyum», at almenna metingin av stovnum á lomviga
er 525.000 stk., álku er 13.500 stk. og lunda er 1.65 millión.
Av hesum kunnu vit skjótt staðfesta, at skrásettu veiðitølini fyri ár 2022 og 2023 liggja øll undir markinum,
fyri burðardygga veiðu, sum vil siga, at veiða eru burðardygg.
Kortini er eitt stórt MEN í hesum samanhanginum. Tí sum vit hava víst á undir teiginum «sjóðfuglurin í
Føroyum» ferðast nógv tann stórsti parturin av «Føroyska» fuglinum í onnur lond, at búðleikast í
tíðarskeiðinum, tað er loyvi at skjóta hann.
Sostatt kunna vit vælgrunda staðfesta, at tað bara er ein viðfáningur av «Føroyskum» fugli, sum verður
skotin í veiðitíðini undir Føroyum. Talan er um útlendskan stovn, ið er partur av einum lutfalsliga stórum
stovni, í mun til føroyska stovnin.
Vit hava undir punktinum «Lomviga, álka og lundi» víst á samlaða stovnstalið fyri hesi fuglasløg, og at ongin
av hesum fuglasløgum,m eru skrásett sum hótt fuglasløg.
Harvið kunnu vit, við tí vitan, staðfesta, at veiðan eftir lomviga, álku og lunda er burðardygg. Og tíðarskeiðið,
har tað er loyvið at skjóta svartfugl, á ongan hátt skerjir hvørki føroysku, ella útlendsku fuglastovnar.
Vit meta tað sum ein ófrávíkiligan rætt, at gagn nýta tilfeingi, ið okkum Føroyingum er givið. Hetta er í trá við
eina føroyska visión um at liva av nærumhvørvinum, so vítt sum møguligt, fyri at lætta um co2 útláti.
Fyri okkum veiðifólk, er tað ein líka stór sjálvfylgja, at fara at skjóta sær nakrar lomvigar, álkur og lundar til
húsbrúk, sum at fara út á fjørðin at fiska sær kók til húsbrúk.
Tað tykist fyri okkum, púra óhugsandi, at løgtingi, landstýrisfólk og fiskifrøðingar fara at mæla til, at tað
einans skal verða lógligt at fiska tosk- sum leingi hevur verið hóttur - til húsbrúk bara 1 mánaða um árið.
Tí gjørdust vit veiðifólk, bæði bilsin og ørkymlaði, tá tað sum snarljós av bláum himli, bleiv melda út, at
veiðitíðin eftir svartfugli skuldi skerjast. Tí sum vit hava víst á, so eru tað ikki veiðidagarnir, har tað er loyvi at
veiða, sum hóttir nakran stovn.
T
að ørkymlar okkum almikið, at Ramsar nevndirnar, hava fingið so stórt vald, at teir av sínum eintingum, fáa
landstýrismannin til at leggja eitt - fyri okkum eitt so kollveltandi uppskot - fram, púra ógrunda og uttan
nakað vísindaligt tilfar, at byggja hetta uppskotið á.
Tað er umráðandi, at hava heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning í huga. Talan er um eina greiða
leiðbeining um, hvussu vit kunnu tryggja eina bjarta framtíð fyri okkara land, og komandi ættarlið.
Vit liva í eini tíð, har umhvørvisligar avbjóðingar og aðrar broytingar, noyða okkum at taka ábyrgd, og virka
fyri eini burðardyggari og framskygnari tilgongd.
Fyrst og fremst minnir mál 14, "Lívið í havinum" okkum á týdningin, at varðveita okkara havumhvørvi. Havið
er avgerandi fyri lívfrøðiliga fjølbroytni, og fyri okkum veiðifólk, eisini týðandi fyri búskapin og menniskjaliga
vælfer.
Havið er ein kelda til tilfeingi, ið á mangan hátt, og í øldir hevur átt lívið í okkum føroyingum.
Við at skilagott varðveita, verja og gagnnýta okkara havumhvørvi, sum vit fyrr í hesum skrivið hava víst á at
vit gera. Tryggja vit, at havið framhaldandi kann veita okkum fugl, og annað tilfeingi. Hetta fer somuleiðis
stuðla undir, eina burðardygga framtíð fyri komandi ættarlið.
Somuleiðis leggur mál 15, "Lívið á landi," dent á týdningin av, at varðveita lívfrøðiligt fjølbroytni. Eitt ríkt
náttúrufjølbroytni er grundarsteinurin fyri okkara heilsu.
Tað er okkara ábyrgd at tryggja, at vit ikki skerja fjølbroytni. Ein fjølbroytt náttúra er í sær sjálvum serstøk,
men hon er eisini grundarsteinurin fyri okkara egna trivnað, og lívsgóðsku.
Mál 13, "Veðurlagsátak," leggur dent á alneyðuga arbeiðið, við at taka tøk, fyri at bøta um
veðurlagsbroytingarnar.
Veðurlagsbroytingar eru ein av størstu avbjóðingunum, ið samfelagið stendur yvir fyri í dag, og tær kunna
hava álvarsligar avleiðingar, fyri bæði menniskju og náttúru.
Fyri okkum í veiðifelagnum er tað umráðandi at vísa á, at veiða í nærumhvørvinum, sum er grundað á
staðbundnar og burðardyggar siðir, vísir umhvørvislig skynsemi.
Við at gagnnýta tilfeingi í nærumhvørvinum, eru vit við til at minka um flutningsdálkan, og samstundis verða við til at stuðla undir, at fólk í bygd og býi hava størri fíggjarligt rásarrúm, av vistfrøðiligum stuttfluttum ókeypis matvørum.
Vísandi til FN Montreal sáttmálan ið Føroyar hevur bundið seg til, vísir stk 21, 22, samt 23. Metir Veiðifelag
Føroya ikki at uppskotið um skerjing av veiðudøgum, lýkur krøvini til at gera ætlaðu broytingar í
fuglaveiðilógini. Brot á sáttmálan, kann í hesum sambandi beinast víðari til dómstólin í Haag.
Stk 21. Ensure that the best available data, information and knowledge are accessible to decision makers,
Practitioners and the public to guide effective and equitable governance, integrated and participatory
Management of biodiversity, and to strengthen communication, awareness-raising, education, monitoring,
Research and knowledge management and, also in this context, traditional knowledge, innovations,
practices
And technologies of indigenous peoples and local communities should only be accessed with their free,
Prior and informed consent,’4 in accordance with national legislation.
Stk 22. Ensure the full, equitable, inclusive, effective and gender-responsive representation and
participation in
Decision-making, and access to justice and information related to biodiversity by indigenous peoples and
Local communities, respecting their cultures and their rights over lands, territories, resources, and
traditional
Knowledge, as well as by women and girls, children and youth, and persons with disabilities and ensure the
Full protection of environmental human rights defenders.
Stk 23. Ensure gender equality in the implementation of the Framework through a gender-responsive
approach,
Where all women and girls have equal opportunity and capacity to contribute to the three objectives of the
Convention, including by recognizing their equal rights and access to land and natural resources and their
Full, equitable, meaningful and informed participation and leadership at all levels of action, engagement,
Policy and decision-making related to biodiversity.
Veiðifelag Føroya metir sostatt ikki, at landstýrismaðurin hevur heimild til at gera broytinganir í
fuglaveiðulógini vísandi til manglandi kunning o.a sambært FN sáttmálanum.
Hagartil hava vit einans umrøtt lomvigu, álku og lunda. Men í uppskotinum hjá Landstýrismanninum verður
rita og skarvur eisini umrødd.
Almennu tølini fyri ritu vísa, at tað eru 690.000 fuglar í føroyum. Og tølini frá Høvdanum hava víst eina lítla
afturgond av fuglum, síðstu árini.
Hóast tað ikki er skjalfest, kenna vit í Veiðiðfelagnum okkum sannførd um, at tað er ein ógvuliga avmarka
veiða eftir ritu við byrsu í føroyum.
Hóast rita er góður matur og eitt gott íkast til føðiketuna hjá føroyska húsarhaldinum, hava vit sum so onki í
móti, at veiðan eftir ritu verður bannað, í bútíðini.
Tað framgongur av tølunum hjá Havstovnuni, at tað eru 4.500 skarvar í føroyum. Tað er nógv tað lægsta
talið av øllum, samanborið við lomviga, álku, lunda og ritu.
Hóast vit taka undir við at leingja veiðutíðina eftir skarvi, so undrast vit á, at man ynskir at leingja veiðutíðina
eftir skarvi – enntá við tí grundgeving «fyri at gera tað nemmari at umsita». Í lógini stendur púra greitt tilskila,
hvussu og hvat er loyvi at veiða, tísskil er ongin orsøk at taka skarvin við í hetta lógaruppskotið.
Vit undrast stórliga á, at landstýrismaðurin ætlar at gera ógvusligar skerjingar í veiðitíðini á lutfalsliga
stórum stovnum, fyri síðani at økja um veiðitíðina av einum lutfalsliga lítlum stovni. Tað stendur í stórari
andsøgn við andan í uppskotinum, ið er at verja fuglin.
Um vit síggja stóru myndina av tí vit hava skrivað í hesum hoyringsskrivinum, so stendur tað klárt, at hetta
uppskotið hjá landstýrismanninum kemur ikki at hava nakra sum helst ávirkan, á føroysku lomvigu, álku,
lunda og ritu stovnarnar, sum annars var ætlanin við uppskotinum. Og við at leingja veiðitíðina eftir skarvi,
er vandi fyri, at man ger meiri skaða enn gagn, við at samtykkja hetta uppskotið.
Fyri okkum er tað umráðandi at gera greitt, at vetrarveiðan eftir svartfugli, er mett sum havveiða. Tað at
landstýrismaðurin velur, at taka taka oktobur mánaðin úr núverandi lóggávu, má metast sum
óðamannaverk og vandafullur sjóðmannskapur. Avleiðingin verður, at landstýrismaðurin noyðir
smábátarnar at loysa í ivaveðrið, og leggur upp til, at veiðifólk fara at taka óráð fyri, í novembur og
desembur. Sum ofta eru ringastu mánaðirnir hvat veður viðvíkur, fyri at vinna sær til dagsinsuppihald av
burðadygga, vistfrøðiliga og heilsugóðu føðini, sum fuglurin er.
Sum heild meta vit í Veiðifelganum, at uppskotið hjá Landstýrismanninum um broyting í veiðitíðini, er
ógvuliga illa frágingið, og ber brá av persónligum áhugamálum hjá limum í nevndini fyri Ramsøkir.
Mynduleikarnir eiga til eina og hvørja tíð, at síggja Veiðufelagið sum ein týdningarmiklan viðspælara, eins og
Veiðifelagið eigur at verða ein konstruktivur viðspælari, hjá mynduleikunum. Við hesum í huga, loyva vit
okkum at bera fram nakrar hugsanir, ið vit kunna taka undir við, til frama fyri okkum og fæ.
Vit kunnu taka undir við, at friða lundapisur í Oktobur, tá vit ikki kenna upprunan, lata vit ivan koma henni
tilgòðar. Tó so, at lundi ið er merktur uttanlanda, er veiddur í oktober.
Veiðifelagið leggur ynski fram um, at veiðitøl verða skrásett á dátagrunni, sum veiðufelagið varar av. Hetta
fyri í mest møguligan mun, spara almennu Føroyar fyri óneyðugan kostnað, í mun til, um Havstovan skal
umsita dátugrunnin. Veiðifelagið hevur longu atgongd til skrásetingargrunn.
Samstundis við, at vit ynskja at veiða verður skrásett, so má og skal tað ikki sektast við bót, um veiða av eini
hvørjari orsøk ikki verður skrásett. Vit undirstrika, at tað ikki er eitt lógarbrot, at veiða sær sína egnu føði, og
tað má tað ongantíð blíva til. (Fyri at draga paralellir so skráseta frítíðarfiskarar ikki sína veiðu.)
Veiðifelagið heitir staðiliga á landsmyndulleikarnir um, at skipa soleiðis fyri, at tað verður eitt munandi
størri fatan millum frøðingar og veiðifólk. Soleiðis at allir tættir, sum kunna gagna fólk og fæ, verða lýstir so
væl sum tilber ,og á tann hátt fáa vísund og veiðu at ganga hond í hond, sum ST Montreal sáttmálin leggur
upp til.
Tildømis eru tað fleiri privatpersónar sum eru áhugaðir at taka stór tøk, við millum annað við at gera
teljingar, at týna rottu í bjørgnunum, at merkja og skráseta fugl og so framvegis. Hetta verður sum er, nokta
okkum av almennu mynduleikunum.
Vit eru eisini sinnaði at arbeiða fyri, at almenningurin fær eitt størri vitunargrundarlag um
veiðiframferðarháttin. Her kann til dømis nevnast, at ein møgulleiki kundi verði, at loyvi til at skjóta fugl,
verða útskrivaði til bátar.
Útgangsstøði eigur at verða, at bátar upp til eina ávísa stødd, tað kundi verði 30 føtur, fáa loyvi at skjóta, um
teir søkja um tað. Og at stórir útróðrar bátar og skip, ikki fáa útflýggja loyvið at skjóta. Ein slík avmarking,
hevði avmarkað veiðutrýstið, tí veðrið um veturin er stundum ein forðing hjá smábátnum fyri, at man kann
fara at skjóta.
Somuleiðis kunna vit taka undir við, at eitt mark verður sett á, fyri hvussu nógvar byrsur kunna verða í
hvørjum báti. Eitt gott útgangsstøði meta vit vera, at tað kunnu verða tvey fólk umborð á hvørjum báti, sum
kunnu skjóta við hvør sínari byrsu, og ein gest. Loyvi má verða til, at hava eina eyka byrsu afturat í bátinum,
um so er, at onnur byrsan skuldi fingið eitt brek. Ein tílík avmarking, hevði somuleiðis verði við til at
avmarkað veiðitrýstið á vetrarfugl.
Veiðifelagið gongur høgt uppí, at trygdin er í hásæt,i tá fólk eru á veiðuferð. Tí vilja vit fegin verða við til, at
senda áminningar út til veiðifólk um, at tryggja at reiðskapurin er í lagi áðrenn farið verður avstað. Tað kundi
til dømis verði, at vit heita á fólk um, at kannað veður, vind og rák áðrenn fari verður avstað,. Tryggja at
bjarginarútgerðin í bátinum er í lagi, og so framvegis.
Vit hava omanfyri víst á:
- At lomviga, álka og lundi, ikki eru hótt djórasløg.
- At lomvigu, álku og lunda stovnurin hevur síðstu 30 árini verið støðugur.
- At grundgevingin fyri at broytal lógina, er tikin á alt ov grunnum, fyri ikki at siga ongum grundarlagið.
- At nógv tann stórsti parturin av lomvigu, álku og lunda, sum verður skotiní Føroyum, ikki er av føroyska
stovninum.
- At veiðan eftir svartfugli er burðardygg.
- At lógarbroytingin ikki kemur at verja fuglin, soleiðis sum verður lagt upp til í lógarbroytingini.
- At veiðan eftir svartfugli hevur stóran mentanarligan, sosialan og fíggjarligan týdning fyri føroyingar.
- At vit vilja mæla til, ikki at broyta lógina soleiðis sum er lagt upp til.
- At seta í verk fullkomið veiðibann í oktobur, fyri at veiða lundapisur.
- At veiða eftir lomviga, áku og lunda, verður skrásett í dátagrunni hjá Veiðifelagnum.
- At manglandi skráseting ikki verður sekta við bót, men fyrst við munnligari átalu, síðan skriftligari átalu, og
til síðst við sømiligari revsing. Tað kundi verið, at fongur og byrsa verða afturhildin.
Við okkara eygleiðingum, vitan og royndum, saman við tølunum hjá Havstovuni, er tað okkara greiða
sannføring, at veiðan eftir svartfugli soleiðis sum vit kenna hana í dag, er burðadygg.
Vit vilja við hesum staðiliga heita á avvarandi myndulleikar, at koma í samskifti við okkum veiðifólk og
fuglafrøðingar, fyri at tryggja at allar avgerðir, ið skerja okkara veiðirætt eru so væl grundaðar sum møguligt.
Sum sáttmálin eisini leggur upp til.
Tað er okkara vón, at okkara hoyringsskriv, verður eitt gott ískoyti til viðgerðina av hesum málinum. Sum
vónandi førir til (fyri okkara viðkomandi) eina jaliga endaliga avger.
Vit takka fyri møguleikan, at seta fram okkara sjónarmið, og síggja fram til eitt konstruktivt samskifti.
6. **Vísindalig eftirlit:** Við at samstarva við granskarar, kunnu veiðimenn geva sítt íkast til dátusavnan, og
eftirlit við fuglastovnum. Sum er avgerandi fyri at skilja vistfrøðiligar broytingar, og tillaga umsitingarætlanir.
Somuleiðis at mynda føroyska matkovan í framtíðini, sambært ímyndini hjá landsstýrinum um, at gera Føroyar meira sjálvstøðugt, hvat viðvíkur matvøru. Og hugtakið um, stuttflutta, vistfrøðiliga matvøru, og
framleiðslu í nærumhvørvinum.