Sum neistar úr grúgvu fúka, fara vit komandi mánaðirnar at tosa um rifluna, lóður og veiðu.
Riflan í Føroyum hevur sum kunnugt nógva óvitan hangandi aftur úr sær. Fyrsti parturin í røðini er ein stutt frágreiðing um hvat riflan er.
Vit fara eisini at hyggja eftir tí tekniska partinum, ið er ballistisk rokning seinni ì røðini.
Rifla merkir í stuttum snúning. Hettar merkir at løbið hevur innanverts snúningar, ið eru við til at stabilisera kúluna. Hettar er ígjøgnum gyroskopiska effekt.
Vit kalla útvortis snúningia diametur - kallað kalibur. Kúlan er sostatt innanverts diametur. Dømi: Kalibur .308Win er 7.62mm tað útvortis snúningar, kúlan sjálv er sostatt 7.82mm. hædd á snúningum er sostatt 0.20mm. Hettar er gjørt fyri at snúningar skula bíta seg í kúlina og fyri at hon ikki skal leka gass undir forbrenning.
Somu kúlur ganga aftur. .308Win og 30-06 Sprg, bara í ymiskum hylstrum og lóðri.
Hátrýst riflur hava styttri livitíð enn lágtrýst riflur.
Stigningurin av snúningum eru ymiskir, og eru mektir sum tildømis 1:7. Hettar merkir, at kúlan roterar 360 stig fyri hvønn 7 tumma hon ferðast. Snúningslongd kann vera ymisk eftir Kalibur, kúlulongd, kúluvekt og kúluferð. Ymiskir stigningar skula til at stabilisera ymiskar kúlur.
Riflan er eitt hátrýst skotvápn. Standard trýst liggur ímillum 2,500 til 4,300 bar.
Kalibur er ofta rokna sum túsund partur av einum amerikanskum tumma, .308, .270, .220, 243 osv. Tó so brúka vit eisini millimetrar, 6.5mm, 7mm, 9.3mm 5.56mm osv.
Tosa vit um veiðu av miðal stòrum djórum, so sum hjorta ættina og kòp, so eru mest brúktu vápnini ímillum 6mm og 9.3mm. Rifla er eisini rokna í orku, vit brúka Joule í hesum førinum ið er brúkt í Skandinavia.
Orkukrøvini til ymisku djórasløgini seta avvarðandi landsmyndugleikar. Joule er ofta rokna á 0 ella 100 metur sum minsta krav. Joule er ein samandráttur av kúluvekt og kúluferð.
Tildømis eru Svensk krøv til bjørn, hjortaættina og vilsvín, kúluvekt minst 9g og E-100 minst 2700 joule. Ella 10g og E-100 á minst 2000 joule.
Sjálvandi kunna øll smærri djór eisini avlívast við omanfyri standandi orku, men tá er vandi fyri stórum kjøtskaða. (E) merkir orka á ávísari fjarstøðu. Kúlan missir orku eftir fjarstøðu, tí at ferðin lækkar ímun til vekt og hon byrjar samstundis at missa sín eginleika eftir ávísari fjarstøðu.
SAAMI stendur fyri industriellu góðkenningin av riflu ammonitión.
Tosa vit um riflu ammonitión, so hava uml 26.000 ymisk avkom verði ígjøgnum ár og dag.
189 sløg hava í dag SAAMI góðkenning.
Tað kann vera ein peruvellingur.
velja vit t.d. eina .338, so er úrvælið omanfyri standandi +.
.338
.338-378 WOLVERINE WBY.
8.59mm TITAN.
.338 EDGE.
.338 LAPUA.
.338 NORMA.
.338 RUM.
.310 WBY.
.338 WIN.
.338- -06 AI.
.338 Federal.
.338 Marlin Express.
338 Ruger Compact Magnum.
Sum allar aðrar vinnur er vápna industri-in hart rakt av marknaðarføring, sum í nógvum førum er sera villeiðandi.
Næstufer fara vit at tosa um lóður.
Kaj Eli Sørensen, vápna og veiðukønur 29.01.2026