1768
Fyri føroyskan búfugl man neyvan nakað ár hava havt við sær so stóran skaða sum árið 1768. Hetta var árið tá 300 t stóra, norska, handilsskipið “Kongen af Prøjsen” bleiv silgt inn á Hvalba.
Hvalbingurin Hans Thomassen sá skipið flóta tungt í sjónum vestur úr Bergstanga, veðri var ikki av tí besta, men hann fekk tó tveir mans við sær at flota eitt fýramannafarð á Hvalbiareiðinum og komu teir út til skipið.Eftir nakrar royndir eydnaðist at koma umborð og sá Hans tá, at skipið var manntómt. Seinni hevur man funni útav at skipið fór á land á Hebridunum, er so farið av aftur, og er so rikið hendavegin. Hans legði eisini merki til, at skipið var fult lasta við timbur.
Tá í tíðini hevur hendan lastin havt eitt ómetaligt virið fyri Føroyingar, so tað bleiv lagt nógv fyri fyri at bjarga lasini. Stórmasturin var kvett av so teir royndu at rigga mesanin til. Sjómansskapurin hevur veri somikið góður at hetta bar til, og kláraðu teir at stýra skipinum inn á Hvalbiarfjørð, til tað tók botn uttanfyri Hundagjógv.
Hetta má sigast at hava veri eitt stórt bragd, ið Hans útinti hendan várdagin í 1768, men um hann visti um óbodna gestin, ið var umborð á skipinum og skaðan hesin kom at gera á fuglin í Føroyum, ivist eg í, um hann hevði lagt so nógv fyri at fingið skipið inn á fjørðin.
Talan var nemliga um brúnu rottuna (Rattus norvigicus). Og harav fekk skipið navnið “Rottuskipið”
Hesi gott hálvtriðhurndra eftir hevur rottan gjørt óbótaligan skaða á fuglalívið í Hvalba. Staðarnøvn sum Skrápatorvan, Líratúgva, Lundafløttur, Lundakráðir, Lundaurðin og onnur við standa nú oyðin og siga okkum frá einari farnari tíð, eini tíð tá nyttufuglurin treivst væl í skipaðu og lívsneyðugu veiðuni, ið var um alt landið.
Á vestursíðuni á Suðuroynni, beint sunnanfyri Bergstanga, har Rottuskipið fyrst var sætt, liggur Tofturð. Tofturð er í dag so at siga síðsta veruliga lundaland í Suðuroynni. Sjálvt um tað sambært teimum gomlu bert er ein viðfáningur av tí tað hevur verði so koma, enn, nøkur túsund lundarpør hvørt ár í Tofturð at royna at fáa pisurnar undan. Hetta er ein trupul uppgáva, tí sera nógv rotta er í Tofturð.
Eldhugaðir veiðumenn, ið ynskja at verja og økja um lundan, hava í áravís lagt nógva orku í at fáa rottueitur upp í urðina. Herundir er ein noyddur at nevna Signar Olsen. Hann hevur síðstu nógvu árini veri undangongumaður tá tað kemur til røktina av lundalondum. Nú Signar er komin til árs og neyvan gerð heilt nógvar túrar í Tofturð aftrat, roynir hann framvegis at skumpa undir arðar fyri at fáa eitur lagt út í urðini.
Seinasta átak hann var við til at fyriskipa var út móti heysti í 2025 tá tyrlan fleyg 180 kg av eitur í urðina, starvsfólk frá Hvalbiar Kommunu silgdu síðan vestur og løgdu teir 30 kassarnar runt um í urðini.
Nú meira enn 250 ár eru liðin síðan rottan gjørdi innrás í Suðuroynna er kanska hóskandi at spyrja, um ikki farið skuldi verið undir eina verkætlan har rottan verður útrudda úr oynni? Tað verður ikki lætt. Tað krevur vilja og góða tilrættislegging - men letur seg sálvandi gera. Í heimshøpi er hetta gjørt meira enn 800 ferðir.
Skrivað hevur: Ørvur Norðberg. Redigering/Myndir: Kaj Eli Sørensen, 28.01.2026