Endamálið hjá felagnum er at varðveita og menna føroyska veiðimentan og at arbeiða fyri burðardyggari og ábyrgdarfullari veiði í Føroyum. Felagið vil styrkja kunnleika um føroyska náttúru og tryggja, at veiða fer fram í samsvari við galdandi lógir og reglur.
Burðardygg veiða merkir, at náttúrugrundarlagið verður varðveitt til komandi ættarlið. Veiða skal fara fram við virðing fyri djórum, fugli og lívfrøðiligari javnvág og innan teir karmar, sum lóggávan setir.
Felagið arbeiðir fyri at varðveita og menna gamla føroyska veiðimentan og at miðla kunnleika um ábyrgdarfulla veiði og nýtslu av náttúrutilfeingi. Hetta verður gjørt við upplýsing, kjaki og samstarvi við viðkomandi partar.
Øll veiði- og skjótiáhugaði, menn og kvinnur, sum hava fylt 18 ár, kunnu gerast limir í felagnum.
Felagið samstarvar við politiskar og náttúrufrøðiligar myndugleikar, Løgting og Landsstýri fyri at tryggja, at lógir og reglur taka atlit til føroyska veiðimentan og verða so frælsar sum gjørligt innan lógarinnar karmar.
Felagið arbeiðir fyri, at hagl- og luftbyrsur, rifflar eru lóglig er væl skipa skipað og varðveitt í samsvari við galdandi lógir og reglur.
Veiðu- og Skjótifelag Føroya er eitt veiði- og skjótafelag, har limir hava atgongd til veiði- og skjótiátøk og tiltøk, sum eru í samsvari við galdandi reglur og skipanir.
Ja. Felagið sær náttúruvernd og veiði sum tætt knýtt hvørjum øðrum. Ábyrgdarfull veiða er ein fortreyt fyri at verja náttúruna, og sterk náttúruvernd er ein fortreyt fyri varandi veiði.
Felagið virkar sum rødd hjá veiði- og skjótiáhugaðum fólki og arbeiðir fyri, at føroyskir veiðisiðir, mentan og rættindi verða vard og ment á ein sakligan og ábyrgdarfullan hátt.
Upplýsingar um samband, tiltøk og virksemi hjá felagnum eru at finna á heimasíðuni undir Samband og á facebook.