Veiðu- og Skjótifelag Føroya hevur nú fingið tær fyrstu skrásetingarnar frá haruveiðuni í ár.
Frá 29. oktober til 7. november eru 17 túrar skrásettir frá seks oyggjum. Í teimum skrásettu túrunum eru tilsamans 180 harur skrásettar.
Til ber at skráseta haruveiðuna her
Býtt eftir oyggjum
Eysturoy: 6 túrar og 89 harur
Kunoy: 1 túrur og 5 harur
Sandoy: 3 túrar og 8 harur
Streymoy: 4 túrar og 64 harur
Onnur oyggj: 1 túrur og 4 harur
Vágar: 1 túrur og 10 harur
Tølini geva okkum eitt fyrsta innlit í haruveiðina kring landið. Tey eru tó ikki eitt fullfíggjað yvirlit yvir alla veiðina, tí tey bara fevna um túrarnar, sum eru skrásettir.
Endamálið við haruskrásetingini er ikki at hava eftirlit við veiðifólki. Endamálið er at byggja upp betri vitan um haruveiðina, so vit fáa eitt betri grundarlag fyri arbeiðið við veiðuni framyvir.
Vit takka teimum, sum longu hava skrásett, og heita á øll, sum eru á haruveiðu, um at fara inn á veidufelag.fo eftir hvønn túr og skráseta veiðina.