Tey ið hava fylgt við á facebook vanganum hjá Tórik Ábraham Rouah, hava ivaleyst lagt merki til hannsara fiskitúrar eftir hemara. Fiskiskapurin sær ógvuliga spennandi út, og valdi eg tí at seta meg í samband við Tórik, fyri at hoyra hannsara søgu um hemarafiskiskap.
Tórik hevur fiskað við tráðu alt sítt lív. Fiskiskapur hevur altíð verið ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá honum, men fyri nøkrum árum síðani varð áhugin serliga vendur móti einum heilt serligum skapningi nevnliga hemaranum.
Hetta var ikki av tilvild. Hemarafiskiskapur er nakað annað enn nógvur annar fiskiskapur – ein serlig samanseting av spenningi, toli og óvissu, sum fátt annað kann máta seg við.
Tú veitst ongantíð heilt, nær hemarin tekur. Tað kann vera púra deytt í langa tíð og so knappliga, fyrst eitt lítið rykk, og so er tyngd á tráðuni og nyloni stendur til at bresta. Tá veitst tú, at okkurt serstakt er ávegis. Pulsurin fer upp, og tú mást halda høvdið kalt, um hemarin skal fáast upp undir borði. Tað er júst henda løtan, sum ger hemarafiskiskapin so intensan og livandi.
Í dag fyllir hemarafiskiskapur nógv í lívinum hjá Tóriki. Hesin serstaki fiskiskapur er ikki bara eitt frítíðarítriv, men ein háttur at finna frið, vera úti í náttúruni og njóta góðar løtur, ofta saman við øðrum, sum hava sama áhuga. Tað snýr seg ikki bara um at fáa hemara, men um upplivingina sum heild.
Munurin á hemarafiskiskapi og øðrum fiskiskapi er stórur. Hetta er ein nógv róligari fiskiskapur, har tol og neyvsemi eru avgerandi. Tað er minni virksemi, men tá nakað hendir, er intensiteturin nógv størri. Hemarafiskiskapur krevur, at tú dugir at bíða og lesa umstøðurnar á fullgóðan hátt.
Nøkur av teimum sterkastu minnunum, Tórik hevur knýtt at hemarafiskiskapinum, eru eisini tey mest persónligu. Fyrsti hemarin hann fekk, var saman við mammu síni, og á síðsta túrurin var sonurin við. Soleiðis verða fiskitúrarnir meira enn bara túrar – teir verða minnir, sum fylgja honum alt lívið.
Tá tað kemur til støðuna við hemaranum í Føroyum, er fatanin hjá Tóriki, at tað er rímiliga nógv til, men at tað krevur vitan og royndir fyri at finna teir. Hemarin er ikki allastaðni og flytur seg nógv. Hóast tað eru fleiri góð støð runt um landið at royna eftir hemara, serliga har dýpið er passaligt, botnurin rættur og streymurin harður. Tað ræður nógv um at kenna økið og hava royndir.
Bestu úrslitini hevur hann fingið um veturin, serliga frá november til februar. Sum áður nevnt, spæla streymur, dýpi og veður ein stóran leiklut, og smáar broytingar kunnu gera stóran mun, so tað snýr seg um at lesa umstøðurnar væl og bíða eftir røttu løtuni - ella løtunum, tá tað um Tórik umræður.
Útgerðin má vera sterk og álítandi. Tórik leggur dent á, at góð útgerð hevur nógv at siga, og nevnir, at Jógvan Weihe hevur alla útgerðina, sum tørvur er á. Tá tað kemur til agn, hava sild og makrel riggað best, men men agni kann verða líkamikð, um umstøðurnar ikki eru tær røttu.
Tol er heilt avgerandi í hesum fiskiskapi. Hetta er ein fiskiskapur, har royndir gera stóran mun, og har tú mást góðtaka, at fyrstu túrarnir ofta eru stillir og onki er at fáa. Men tá tað eydnast, eru logu og stillu løturnar skjótt gloymdar.
Fyri Tórik er hemarafiskiskapur nógv meira enn ein frítíðarítriv. Tað er ein háttur at kopla burtur frá gerandisdegnum og finna fokus á tað ið veruliga gevur meining. Tað gevur frið, eitt sterstakt tilknýti til náttúruna og ikki minnst eina einfalda men djúpa gleði.
Tórik vónar, at áhugin fyri hemarafiskiskapi fer at vaksa í Føroyum komandi árini – men at hann samstundis verður rikin við virðing. Virðing fyri náttúruni, fiskinum og sjálvari upplivingini.
Skal hemarafiskiskapur lýsast við trimum orðum, eru tey greið: tol, spenningur og virðing.
Og til tey, sum hugsa um at royna seg eftir hemaranum, hevur Tórik eitt greitt ráð: Far til verkið við opnum sinnið og góðum toli. Lær um umstøðurnar, lurta eftir teimum, sum hava royndir, og vænta ikki úrslit beinanvegin. Hemarafiskiskapur er ikki bara at fáa fisk – tað er at njóta løtuna og vera partur av náttúruni.
Skriva greinina hevur Jóan Petur Joensen, 27.01.26