Nú er aftur loyvt at skjóta svartfugl
Veiðitíðin fyri lunda, lomviga, álku og skarv byrjaði 20. oktober. Veiðu- og Skjótifelag Føroya hevur savnað eitt yvirlit yvir veiðitíðirnar og reglurnar, sum veiðifólk eiga at hava í huga.
Hjá mongum er ein fuglatúrur ein kærkomin partur av heystinum og vetrinum. Áðrenn farið verður avstað, er tó umráðandi at kenna fuglasløgini og vita, nær loyvt er at veiða tey.
Veiðitíðir veturin 2026–2027
Lomvigi
20. oktober 2026 til og við 20. januar 2027
Álka
20. oktober 2026 til og við 20. januar 2027
Lundi
20. oktober 2026 til og við 20. januar 2027
Skarvur
20. oktober 2026 til og við 30. november 2026
Somuleiðis er loyvi at skjóta Ritu á sjóðnum í hesum tíðarskeiðinum.
Skarvur hevur sostatt styttri veiðitíð enn lomvigi, álka og lundi. Eftir 30. november er ikki longur loyvt at skjóta skarv í hesum veiðitíðarskeiðinum.
Minst eisini til hesar reglurnar
Fuglaveiða og skjóting eru bannað sunnudagar og halgidagar, eisini innan fyri vanligu veiðitíðina.
Byrsan má í mesta lagi hava tvey skot.
Ógreitt við skráseting av veiðu
Løgtingið hevur samtykt, at øll fuglaveiða skal fráboðast Havstovuni, býtt eftir fuglaslagi og tali. Tað er tó framvegis ógreitt, hvussu almenna skrásetingin skal fara fram í hesum veiðitíðarskeiðinum.
Í veiðitíðarskeiðinum 2025–2026 var eingin almenn skráseting, tí kunngerðin um, hvussu veiðan skuldi fráboðast, ikki var lýst. Í januar 2026 upplýsti avvarðandi ráð, at arbeitt varð við kunngerðini, og at hon skuldi verða klár til næstu veiðitíð.
Her á heimasíðuni ber tó til at skráseta sín fong púra dulnevnt. Hetta er skrásetingarskipanin hjá Veiðu- og Skjótifelag Føroya, og upplýsingarnar verða einans nýttar til hagtalsarbeiðið hjá felagnum.
Góð veiða byrjar við góðum veiðisiði
Vit heita á øll veiðifólk um at vísa skynsemi, taka væl ímóti nýggjum veiðifólkum og lata vitan og góðar vanar ganga víðari. Tak veðrið og trygdina í álvara, vís øðrum á sjónum og landi fyrilit og gagnnýt veiðuna væl.
Veiðu- og Skjótifelag Føroya ynskir øllum ein góðan og tryggan veiðivetur.
Skriva hevur Jóan Petur Joensen, 21.10.2026