Veiåu- skjótifelag Føroya 11.01.26


Soleiðis fært tú vápnaloyvi – og byrjar at veiða í Føroyum

Droymir tú um at koma út í føroysku náttúruna, læra ábyrgdarfulla veiðu og gerast partur av einari sterkari føroyskari siðvenju? So er veiða eitt gott stað at byrja. Her fært tú eina vegleiðing um, hvussu tú fært loyvi at eiga og brúka vápn í Føroyum – og hvussu tú kemur trygt og lógliga í gongd.

Veiða – meira enn bara skot

Veiða í Føroyum snýr seg ikki bara um vápn. Hon snýr seg um virðing fyri náttúruni, ábyrgd, tol og kunnleika. Tú lærir at lesa veður og vind, kenna djóralív og árstíðir, og tú verður partur av einum felagsskapi, har vitan og royndir verða bornar víðari frá ættarlið til ættarlið.

Fyri nógv ung er veiða ein leið at finna frið, fokus og samband við náttúruna og eitt gott ískoyti av reinari ráðvøru – burtur frá skíggja og gerandisstressi.

Vápnaprógv – grundarlagið fyri at byrja

Í Føroyum er tað krav, at tú hevur vápnaprógv, um tú vilt eiga og brúka skotvápn, til dømis høglbyrsu ella riflu. Vápnaprógvið er ein almenn góðkenning, sum gevur tær rætt til at útvega tær, eiga og brúka vápn á lógligan hátt.

Tað er Umhvørvisstovan sum umsitur vápnaprógv og vápnaloyvir. Leinkja her: https://www.us.fo/vapn/

Vápna- og trygdarskeið er krav

Fyri at fáa vápnaprógv er krav, at tú hevur gjøgnumført eitt góðkent vápna- og trygdarskeið. Á skeiðinum lærir tú um tryggari handfaring av vápni, goymslu, reglur og lógir og um ábyrgd.

Skeiðið er ikki ein forðing – tvørturímóti er tað ein trygg byrjan. Tað gevur tær sjálvsálit, vitan og eina góða fatan av, hvussu veiða skal ganga fyri seg á ein tryggan og virðiligan hátt.

Aldur og møguleikar fyri ung

Tú kanst søkja um vápnaprógv frá 18 ára aldri, um tú hevur staðið vápna- og trygdarskeið. Ung millum 16 og 18 ár kunnu brúka haglbyrsu undir eftirliti hjá vaksnum, sum hava vápnaprógv. Hetta ger tað møguligt at byrja tíðliga og læra saman við royndum fólki.

Hvat slag av vápni byrjar man við?

Fyri tey flestu er høglbyrsa tann veiðuamboðið í Føroyum. Hon er alsíðug, nógv brúkt í Føroyum og væl egnað til flest øll djór vit í dag hava loyvi at veiða í Føroyum. Riflur krevja vápnaprógv umframt serstakt loyvi frá løgregluni og verða ofta næsta stigið, tá royndirnar eru komnar.

Trygd og ábyrgd

At eiga vápn krevur ábyrgd. Vápn skulu goymast trygt og avlæst í vápnaskápið, og skot skulu handfarast við sama varsemi. Reglurnar eru har fyri at verja bæði fólk, djór og veiðumentanina. Tað er ein góður skikkur at man kennir reglurnar og fylgir teimum – eisini tá eingin hyggur.

Ein góður máti at byrja

Ein góður máti at koma í gongd er at fara saman við royndum veiðara, melda seg til vápna- og trygdarskeið og gerast partur av einum veiðufelagi. Har fært tú vitan, vegleiðing og felagsskap – og tú lærir veiðu á rætta hátt frá byrjan.

Tí er veiði vert at byrja uppá

Veiði er ikki bara fyri “tey serligu”. Hon er fyri øll, sum vilja læra, taka ábyrgd og vera úti í náttúruni. Hevur tú áhugan, so hevur tú longu tikið fyrsta stigið. Restin kanst tú læra – stig fyri stig.