Vit í veiðufelagnum taka sera væl ímóti uppskotinum um skipaða kópaveiðu í Føroyum. Hetta er eitt mál, sum vit hava arbeitt fyri, og tí gleðir tað okkum serliga, at ítøkilig stig nú verða tikin.
Fyri okkum snýr kópaveiða seg um at gagnnýta tilfeingið kring okkum og fáa eitt gott ískoyti til føroyska matkovan. Vit síggja ein spennandi møguleika at endurvekja eina gamla veiðisiðvenju og lata hana fáa pláss í føroyskari matmentan aftur. Góð hagreiðing og virðing fyri tí, sum verður veitt, hoyra natúrliga við.
Teljingarnar hjá Havstovuni benda á, at láturkópastovnurin er vaksin seinastu árini, og nýggjasta metingin setur stovnin til umleið 1.800 kópar. Hetta er viðkomandi vitan, tá ið karmarnir fyri veiðuni skulu leggjast. Fyri okkum er tað avgerandi, at veiðinøgdin verður ásett við støði í góðum fakligum kunnleika, sum er grunda á góðar og reguligar teljingar og stovnsmetingar av kópastovninum í Føroyum.
Veiðan skal vera burðardygg, og veiðuhátturin skal vera forsvarligur. Vit ynskja eina væl skipaða veiðu við greiðum reglum, har fyrilit verður tikið fyri stovninum, nøringini og djóravælferðini.
Vit taka undir við tí, sum varð nevnt í Løgtinginum um sjálva avlívingina. Okkara støða er, at *rifla eigur at verða nýtt til avlívingina*, og at veiðufólk skulu hava neyðuga upplæring og góðan skotførleika. Endamálið skal vera, at kópurin doyr skjótt og við minst møguligari líðing. Ein etiskt forsvarlig avlíving er fyri okkum ein sjálvsøgd treyt fyri veiðuni.
Vit vóna, at uppskotið fær góða undirtøku, so føroyingar aftur fáa møguleika at veiða kóp undir skipaðum og ábyrgdarfullum viðurskiftum. Hetta er eitt kærkomið stig fyri føroyska veiðu og matmentan.
Nevndin