Riflu lóður er ein samanseting av fýra pørtum. Perla, roykleyst krút, messinghúsi og kúla.
Vit tosa í hesum førinum um Sentraltendring.
Messing hevur eginleikar til at víðka og samantrýsta.
Víðkan er við til at halda kamari tætt afturvirkandi undir skjóting. Vit fara einans at Umrøða SAAMI Specs ammonitión. Seinni fara vit at koma inná Wildcats Ammonitión.
Roykleyst krút kemur í ymiskum hami. Grundleggjandi tosa við um seintbrennandi og sjóttbrennandi ella onkurt har ímillum.
Val av roykleysum krútið, er avgerandi fyri hvat avrik og úrslit ein ynskir. Verksmiðju lóður er sum heild ikki harðar løðingar sum ein partur av trygd, og brúka sum heild eitt minimum ella miðal trýst. Um ein hondløðir sjálvur heima, er møguleiki fyri at løða til maksimalt trýst. Tað er størri vandi fyri ótemjandi spreinging av undirløðing enn yvirløðing. Trýst er avgerandi fyri ferðina av kúlini.
Ein stutt pípa við hægri kalibur (Rúmd) krevur sjótt brennandi krút. Ein pípa, ið er av minni kalibur (Rúmd) krevur seinni brennandi krút, fyri at miðvíst hækka trýstið. Hevur ein skjótt brennandi krút og nærum onga rúmd til trýstið, hevur ein eina bumbu og ikki eitt skotvápn. Tað eru nógvir variablar ímillum omanfyri standandi, so sum sentraltendring, rondtendring, ymiskar perlur o.a, Men tað er ikki aktuelt fyri veiðu - tað hoyrir meira bana og sportskjóting.
Kúlan kemur í nógvum ymiskum sniðum. Grundleggjandi er hon framleitt av kopar og blýgg. Hon hevur ein kopar húsa og blýggj kjarnu. Tó so at vit fara meira yvir til heilkopar kúlur av umhvørvisávum.
Heilt stutt; tað eru fýra høvuðssnið, ið allar aðrar eru ein ætt av, tey eru (FMJ), (HP), (SP) og partition. Tosa vit um veiðu, so er (HP) (SP) (Partition) brúkt. HP stendur fyri HollowPoint, SP stendur fyri SoftPoint, og Partition stendur fyri Deiling ella sundurbýting. John Nosler (1913–2010) kom við Partition kúluni í 1948. Hon er upprunin til nærum allar kúlur ið eru nýttar til veiðu í dag.
Endamálið hjá einari kúlu er at gera innvortis skaða á blóðkør, soleiðis at djórið missur blóðtrýstið og síðani fellur í óvit. Tosa vit um miðal stór djór so skal kúlan hava orku til at treingja ígjøgnum skinn, vevnað og beinagrind fyri síðani at náa vital gøgn. Somuleiðis skal hon hava so mikið av orku, at hon gerð so mikið av skaða, at hon er tryggjar einaetiska og skjóta avlíving av djórinum. Fyri at hettar skal lata seg gera, er neyðugt, at kúlan hevur kinetiska orku og moment, samstundis sum hon skal hanga so leingi saman at hon fremur sítt endamál.
Áðrenn John Nosler í 1948 kom við Partition kúluni, høvdu vit nærum einans kúlur við koparhúsa og samanhangandi blýggjkjarnu - variatiónin var oddurin - og allar høvdu tær sama trupulleika. Trupulleiki áðrenn 1948 var, at tá í kúlan og djórið stoyttu saman og kopar húsin fór í upploysn av kinetisku orkuni var bara blýggi eftir til at náa tey vitalu gøgnini. Sum kunnugt so er blýggj eitt sera bleytt metal ið sjálvt fór í upploysn eftir at raka beinagrind, so nú var bara splintur av kopar og blýggj eftir til at avlíva djórið. Opinberingin kom til Nosler eftir at hann hevði skotið fleiri skot í ein (ELK) Stórt hjortadjór og ikki fekk hann at falla, sjálvt um øll skotini vóru til gullheiðursmerki. Tá hann fletta elkin sá hann, at allar kúlunar vóru í túsundtals splintrum.
Heimkomin byrjar hann at fremja royndir við einari nýggjari kúlu ið hann sjálvur framleiðir. Kúlan er bygd á sama hátt sum arðar, men miðskeiðis í kúluni ger hann ein kopar vegg soleiðis at nú eru tvær hálvur. Fremra hálvan víðkar sum áður, men nú er munurin at seinna helvtin hongur saman og blívur við at ota seg ígjøgnum djórið uttan at fara í upploysn. Hendan kúlan broytti hvussu við sóu uppá kúlur til veiðu. Man kann líka leggja avtrat, at í Afrika var man byrjaður at brúka heilkopar kúlur áðrenn Nosler kom við Partition kúluni, tað var til at sleppa ígjøgnum skøltar av størri og meira vandamikum djórum.
Man kann so spyrja seg sjálvan, hví man ikki bara skjýtur djórið í høvdið so er trupulleikin loystur? Orsøkin er at drepandi mál á høvdinum er á stødd Ø5 og eitt drepandi mál á frampartin og vitalgøgn er á stødd við Ø25 Tað minkar vandan fyri lamskot munandi.
Víðkan av fremru helvtini av kúluni er við til vaksa munandi um tvørmáti - upp í 100%, og seinna helvtin heldur kúluni saman leingið nokk til at náa tey vitalu gøgnini og vónandi ota seg ígjøgnum. Tað hevur størri skaða við sær og gjøgnumbløðing - nú við einum tvørmáti á kúluni, sum er tað dupulta av upprunaliga tvørmátinum.
Vitalu gøgnini ið vit tosa um er Hjarta og lunga - hesi kallast hjarta/lunga skot. Hettar skotið er við at fylgja frambeininum upp á miðskeiðis krov.
Er skotið lágt nærkast hjarta, er skoti miðskeiðis er dupult lungaskot, er skotið høgt er sundurskiljing av mønini. Hettar skotið minkar munandi um vandan fyri lamskotið.
Tað er ymiskt hvar á krovinum gøgnini sita, hjá ymiskum djórum. Hettar noyðist veiðumaðurin at kunna seg um áðrenn skotið verur.
Er neyðugt at leita vit eftir djórum eftir at tað er skotið, fáa við eina hóming beinanvegin, hvar á djórunum ið kúlan situr. Lungaskot vil hava ljósareytt blóðspor við luft. Hjartaskot vil hava reytt blóð. Livraskot vil hava myrkt, nærum svart blóð við sveita. Sæst skarni, hava vit møguliga lamskotið. Soleiðis kanst tú fáa eina hóming beinanvegin um hvat er hent og hvat næsta stigið er.
At velja rætta kúlu er alt avgerandi fyri eina væleydnaða veiðu. Eftir at Partition kúlurnar komu (Bonded) kúlir, tað merkir at koparhúsin og blýggj kjarnan eru kemiskt samanhangandi. Tær vilja eisini hava eina deiling lík Partition.
Nærum allar kúlir til veiðu í dag eru (HP) kúlur, tær hava ein Ballistiskan plast odd ið ger kúluna aerodynamiska t.v.s lækkar luftmótstøðuna. Beinanvegin kúlan rakar djórið brotnar oddurin av, og kúlan skrædnar, síðani nærum vendur sær á ranguna og soleiðis økir hon tvørmátið.
Í heimshøpi eru hesar mest seldar kúlir til veiðu.
Nosler Partition, Remington Core-Lokt, Barnes TSX/TTSX, og Hornady ELD-X. Vit síggja fleiri og fleiri heilkopar kúlur koma á marknaðin. Í byrjanini vóru trupulleikar við at fáa tær til at víðka, men við nýggjum sniðum og nýggjum evnum, fremur hon nærum sama skaða sum ein blýggj kúla. Tað skal sera nógv kinetisk orka til at fáa eina koparkúlu til at víðka, tískil er hon avmarka av fjarstøðu, tó so at NORMA Bondstrike kúlan, partvíst hevur loyst uppgávuna saman við ørðum líknandi kúlum.
Ráðiligt er tó enn at skjóta undir 300 metrar fjarstøðu við koparkúlum. Ørsøkin er, at hon skal hava sera nógva kinetiska orku til at víðka og kúlan missur ferð fyri hvønn metur hon flýgur, sostatt missur hon evnir til at víðka eftir fjarstøðu.
Koparkúlur hava eginleikar til at vera sera samanhangandi og sera eftirfarandi um hon sleppur at víðka. Koparkúlan hevur nærum onki vekttap við inngang og útgang, miðal er at um 98% av kúluvekt er eftir, sostatt missur hon einans 2% av uppruna vektini. Blýggj kúlan missir í miðal um 20-30% av uppruna vektini til splintring.
Kúlan, ið vit ikki tosaðu um, FMJ er ein hernaðarliga kúla og til sivila venjing og kappingar. Tað er ein spísk fullkappa koparhúsa við blýggj kjarnu.
Hon er upprunaliga framleitt til hernaðarliga brúk. Hon er gjørd til at hanga saman og gera minst møguligan skaða og mest møguliga gjøgnumrenning.
FMJ skula ikki brúkast til veiðu, og eru ei heldur lógligar til veiðu.
Tað er stórt sæð ongin munur á avrikinum hjá einari (SP-SoftPoint) og einari (HP-HollowPoint) Tær koma í Partition formi í dag, og eru Bonded, soleiðis at koparhúsin og blýggj kjarnan eru samanhangandi. Tær vera sostatt nógv brúktar til veiðu. Avrikið hjá einari og hvørjari kúlu er avmarka av hvat hon rakar og hvat ferðin er tá í hon rakar.
Marknaðarføring hevur tíanverri eisini hald á vápnum og lóðri. Tað er ikki altíð at bestu kúlurnar ella vápnini, ið vinna fram á marknaðin, tað er fyri tað mesta tann við dugnaligum marknaðarføringsliðið. Tað er ongin gandakúla, men velur tú eina Partition, Bonded, Monolitic (Heilkopar) ella eina Cup And Core/CoreLock, so er írestandi upp til jørðfótafestið.
GG: Variablar eru í omanfyri standandi.
Skriva hevur Kaj Eli Sørensen 01.02.2026