Veiðufelagið gjørdi vart við Vinnunevndina á fundi, undir viðgerðini av uppskoti um skráseting av veiðitíð, at veiðufelagið hevur eina pall-/dátugrunn, har arbeiðið við skráseting kann gerast – ókeypis.
Á fundinum varð eisini gjørt púra greitt, at onki álít er ímillum almenna Føroyar, ið umsita veiðu, og veiðufólkið.
Almennu Føroyar verða ofta lýstar sum mótspælarar heldur enn viðspælarar, hóast talan er um veiðu av villum djórum.
Tískil er tað trupult ella ógjørligt at fáa nøkur eftirfarandi tøl frá almenninginum, serliga tá veiðufólk eru partur av kjakinum.
Royndin er tann, at øll dáta og hjálp verður brúkt ímóti veiðufólki.
Tey nýggju tølini, sum eru komin inn um veiðufólk, verða nýtt sum grundarlag og koyrd víðari í dulnevndum. Um ein var áhugaður í tølum, skuldu tey verið latin í greinum við greiðum “hvor”.
Var skráseting komin fyri 50 árum síðani, hevði onki verið at skrásett í dag vegna veiðibann. Upplýst hevur verið, at tað manglaði í fjør at søgja allar fuglaveiður í Føroyum. Um tey vóru røtt ella ikki, er ógreitt, tí at nú ætlanin er at nýta útlendskan fugl til at svika tøl og veiðitrýst, til frama fyri einum veiðibanni.
Veiðitíðin varð stytt í 1970’unum til 1. oktober til 20. januar.
Orsøkin var tá vísindalig vistisvit, at lomvigan ikki var í føroyskum sjógvi hetta tíðarskeiðið – hetta er galdandi enn, sambært SeaTrack. Tískil var ongin orsøk til at stytta veiðitíðina.
Føroyska lomvigan og álkan hava verið friðað fyri allar veiður í 50 ár.
Havstovan umsitur føroyskar fuglastovnar.
Lomviga, álka og lundi í vetri eru útlendskir fuglar. Útlendskir fuglar í vetrarvist og føroyskur búfuglur eru hvør sítt.
Svartfuglur er flýtfuglur.
Vit koma sostatt at skráseta álkur, lomvigar og lundar úr bretska oyggjaríkinum, Noregi og Íslandi, sambært SeaTrack og mótrokna tað føroyskum fuglastovnum.
Sambært Norsk Polarinstitutt (SeaTrack) eru ljósloggarar á føroyskum lomvigum vísindalig prógv fyri, at føroyskur svartfuglur ikki er í føroyskum sjógvi frá august til januar.
Øll ringmerking síðani 1972 vísir sama úrslit.
Viðvíkjandi útspæli hjá Johannisi Danielsen er ætlanin við uppskotinum ógreið, serliga við atliti at, hvat lomvigastovnurin tolir av veiðutrýsti.
Havstovan hevur ongin livandi tøl fyri føroysku lomviguna, ið frammanundan er friðað, uttantikið hagtøl úr Skúvoy. Skúvoy er um 0,2 % av føroyska landøkinum og hevði umleið 1.000 m² av 10.000 km² Skúvoy. Tølini, ið Havstovan brúkar til støðumeting, eru bert 0,08 % av hesum stovni. Hetta kann undir onkrum umstøðum vera við til at hvørki mótrokna ella annarra endamál.
Tað kemur ikki at geva okkum nakað samband um, hvussu nógv vit veiða av føroyskum fugli, vísandi til at hann er friðaður í summi og veiða av honum er sambært lógfrøði forboðin.
Vit kunna ikki koma fram til hesa niðurstøðu, at onki álít er á Johannisi Danielsen ella starvsfólkum hjá Havstovuni. Tað, sum er miðlað út til almenningin, er hálvur ella ongin sannleiki og undanførsla.
Til dømis verður sagt, at lomvigastovnurin er minkaður heili 80 % síðani 1980. Tað er ikki víðmælt, tí stovnurin hevur staðið í stað ella vaksið síðani 1991 til í dag. Niđurgongdin helt upp í 1991, og síðani tá hevur stovnurin verið rættiliga støðugur, um vit seta eina striku gjøgnum árini.
Álka er heldur ikki roknaður sum føroyskur búfuglur, við nøkrum fáum undantøkum.
Veiðufelagið kann á ongan hátt seta seg til sættis við hesum málningi. Rætt skal vera rætt.
Veiðufólk sóu, hvussu málið um styting av veiðitíðini varð handfarið, har ið øll vísindi vóru skúmað til viks vegna persónliga agenda og politiskt trýst, uttan nakað undirtykt tilfar – uttan so at nakrir aktivistar vóru samdir.
Veiðufelagið mótmælir harðliga, at fleiri forðingar verða lagdar út.
Mótmælt verður eisini harðliga, at skráseting skal verða tengd at navni og bústaði. Veiðufelagið metir hetta vera eitt grovt inntriv í privatlívið hjá borgarum.
Hvørki Havstovan ella Johannis Danielsen hava nakra grund til at vita, hvat stendur á dagsskránni hjá fólki.
Samantikið sær Veiðufelagið ikki eina orsøk til at fremja skráseting í verki, tá Havstovan umsitur føroyska fuglastovnar og tað eru frívillig vísindalig prógv fyri, at vit ikki koma at skráseta føroyskan fugl, tí at sostatt framflyta vit mótrokna hann einum føroyskum lomvigastovni, sum vit ikki hava tøl fyri, av einum útlendskum stovni.
Manglar í uppskotinum:
Stovnstøl av føroyska lomvigastovninum (bert um 0,08 %)
Altjóða stovnstøl
Altjóða veiðutøl
Ein ítøkilig ætlan fyri, hvussu vit avmarka altjóða fugl frá heimafugli
Skulu aktivistar á almennum stovnum framhaldandi hava ræði á sannføring og støðutakan, og kunna snýta seg gjøgnum politisku skipanina sum teimum lystir, sæst ongin orsøk framyvir at hava landsstýrisfólk til at umsita málsøkini.
Til seinast kann sigast, at føroyskt veiðufólk hava verið fyri einum óvirðiligum ágangi av sitandi landsstýri, tingbólkum, aktivistum og almennum stovnum seinastu árini. Eitt óvirðiligt og ræðandi rák, av okkara sjónarmiði, ið nú nokk hava valt.
Veiðufelagið leggur upp til, at Umhvørvisstovan og Veiðufelagið seta ein arbeiðsbólk til at fremja eina skipan í eini breiðari semju.
Ein álítsskipan, har tøl verða savnað í felag, sum bæði veiðufólk, náttúruvernd og myndugleikar kunnu standa inni fyri.
Vinarliga heilsan
Veiðu- og Skjótifelag Føroya
9.12.2025