Eg eri so heppin at koma í lag við Kaj Eli Sørensen, ein vin av náttúruni, sum valla man finna sín líka. Hann er sera hugtakandi at fylgja og er ein oddviti, tá tað um náttúru og veiðu umræður.
Í hesi greinini kann tú fáa eitt stutt innlit í persónin úr Hvannasundi.
Mín søga byrjar á køksgólvinum hjá ommu og abba í Hvannasundi.
Abbi mín, Guttorm Sørensen, var bóndasonur úr innistovu í Hvannasundi, og omma mín Ruth, var av garðsslagnum á Kirkju í Fugloy. Hetta køksgólvið var ikki bara eitt gólv – tað var ein samkomustaður, ein munnligur mentanarberari og ein lærustova.
Hvønn dag komu innløgufólk av alskyns slag á gátt. Fleygafólk, útróðrarfólk og seyðakøn. Har vóru søgur um fuglaveiðu, útróður, seyðahald, fiskimið, fleygaættir og sjóvarfall. Vit børn sótu við andakt og lurtaðu, ímeðan nýelt tálga knettir og eplir úr garðinum vóru til døgðura og sagusuppa omaná – tað var altíð okkurt omaná.
Hvussu nógv hevur hetta umhvørvið sett síni spor í títt samband við veiði og náttúru?
Mín fyrsta veiðuferð at skjóta harur við heimagjørdari pílabyrsu og tumlabyrsu uppi yvir bygdini. Tá var eg um 8 ára aldur og tað var hásummar.
Vit róðu eisini eftir havhestungum á sundinum. Ikki kann sigast, at tað gekk væl at kippa, tí eg minnist, at ungarnir mólu millum brekkurnar meira livandi enn deyðir.
Barnaárini fóru annars fram niðri á støð fyri tað mesta við tráðu og í egningarskúrunum eins og í haga og fjøru – við luftbyrsu, tumlabyrsu ella tráðu. Alt var læra og alt gav so góða meining.
Var tað longu her í barnaárunum, at tú kendi, at veiða var meira enn bara eitt frítíðarítriv?
Eg var 14 ára gamal, tá eg fór til skips við Jens Christian Svabo. Har sá eg ljósið og fór ongantíð aftur í fólkaskúla. Síðani var eg til skips við ymiskum skipum í Føroyum og Noregi.
Eg byrjaði so smátt at veiða sjálvur sum 16 ára gamal.
Sum hjá so mongum í teimum árunum kom sjólív, býðarlív og annað uppí. Men sum 21 ára gamal var eg liðugur við tað lívið. Tá byrjaði lívið sum nærum fulltíðar familjumaður og innløga.
Hvussu hevur henda lívsleiðin – sjólív, arbeiðslív og familjulív – formað teg sum veiðumann?
Veiða og inniløga hava ómetaliga stóran týdning fyri meg. Eg kundi ikki verið tað sama uttan. Tað er ikki bara eitt áhugamál – tað er ein identitetur.
Urdrivið hjá menniskjanum hevur sterkt tak á mær: at jagstra, varðveita og elska djórasløg. Munurin á aktivistum og veiðifólki er evnið at síggja flokkin heldur enn einstaklingin. Vit síggja sjálvldan eitt djór sum eitt einstakt individ, men sum part av einum størri samanhangi.
Hvat er tað við veiðu, sum fangar teg so djúpt, at tú kallar tað ein identitet heldur enn ein áhuga?
Eg ivist í, um øll hava veiðusans. Men veiðusansur er ein ursansur – ein neyðugur sansur fyri okkara eftirkomarar. Ongantíð í søgu menniskjans hava vit ikki veitt. Tað at ikki at veiða er eitt nýtt fyribrigdi, sum lívfrøðiliga ikki tykist at gagna okkum.
Tá eg eri úti, eri eg ikki “í náttúruni”. Eg eri bara úti. Náttúran er ikki eitt serstakt stað – hon er partur av mær, og eg eri partur av henni. Eg plagi at siga, at eg skifti frá at verða í “fejlsikret tilstand” til útgávu 2.0.
Veiðusansur er ein samanrenning av øllum fimm sansum – og einum, ið ikki kann lýsast. Hoyrnin skerpist, eyguni verða meira viðkvom, luktisansurin vaknar og húðin merkir hvørja ætt og hvørja ond. Tíð og stað hvørva. Tað einasta ið er til, er tú og djórið – lív og deyði.
Hvat er eftir tínum tykki tann størsti munurin á at veiða uttanlands og í Føroyum – bæði etiskt og praktiskt?
Eg byrjaði uppá at veiða uttanlands við riflu í februar 2016 í Suðursvøríki.
Í Føroyum hava vit í høvuðsheitum bara drívveiðu har rifluloyvi mangla. Drívveiða elvir til óneyðuga strongd hjá djórum og ljóðdálking. Tí fór eg partvís til rifluveiðu.
Alt kjøtið kemur við heim, tá eg veiði uttanlands. Í 2025 vóru 182 kg flutt til Føroya. Hetta er ikki bert stuttleiki – hetta er mest av øllum fyri føði.
At veiða uttanlands hevur eisini lært meg hvussu afturúrsigld vit eru í Føroyum, bæði á veiðu- og vápnaøkinum.
Ein stórur munur í Føroyum, samanborið við onnur lond er, at veiðufólk og teirra serkunnleiki ikki verða hoyrd. Tað tykist mangan sum um, at í staðin verður ferðslupoliti mettur sum serkunnleiki á økinum.
Tá millum annað hoyringar um friðingar stinga seg upp eru tað eitt ótal av almennum stovnum í samtykkja og taka undir við friðingum hóast tað ikki fyriliggja gransking ella tøl. Tað líkist alsamt meira aktivismu enn lívfrøði. Man sær ikki tað sama uttanlands, sum eitt nú í Danmark, har veiðufólkini og veiðufeløgini eru ein sera sterk og ráðandi rødd í slíkum málum.
Hvussu upplivir tú sjálvur, at føroyska skipanin ávirkar bæði veiðu, etikk og djóravælferð?
Ein annar stórur munur er okkara vápnalóg.
Riflan er í nógvum førum tað etiskt rætta amboðið, serliga um vit skulu taka djóraverndarlógina í álvara. Okkara vápnalóg er ein forboðslóg við undantøkum. Tað er ikki eitt samfelag, um samfelagið sjálvt ikki er við.
Tað tykist sum um, at í Føroyum skal veiðurmaðurin negla við skúðimaskinu – skilt á tann hátt, at veiðufólkini ikki altíð hava hóskandi veiðuamboð í mun til veiðuna tey eru á. Orsøkin til tað stendst serliga av, at serkunnleikin ikki er við, tá neyðugar broytingar skulu fremjast. Hetta viðførir í løtum, at vit ikki klára at halda okkum til djóraverndarlógina, tí amboð mangla til etiska avlíving og djóravælferð.
Eg veit tú gert sera nógv fyri náttúruna og fuglameingi, hvat heldur tú um tað?
Man kann halda hvat man vil. Eg ivist ikki í, at eg, meira enn nakar annar, serliga um man samanber við fólk sum ikki veiða, almennar stovnar og landsstýrið og løgtingi – havi sett meira djór í heimin, enn øll hini hava gjørt tilsamans. Hetta havi eg millum annað ígjøgnum lendisbata, rottutýning og endurbøtan av lendi – hetta er alt gjørt av reinum kærleiki til djóralívi og fyri at tryggja best møgulligu liviumstøður til teirra her í Føroyum.
Hvørja ábyrgd heldur tú, at veiðumaðurin hevur – bæði mótvegis náttúruni og samfelagnum?
At læra børn um veiðu og náttúruvernd er ábyrgdin hjá okkara ættarliði. At miðla siðvenjur og vitan skapar virðing fyri sambandinum í millum menniskju og náttúru – eitt samband, sum fylgir við alt lívið.
Í einum heimi, sum verður alsamt meira talgildur og óviðkomandi, mugu vit fyri alt í verðini ikki missa jørðfótafestið. Ei heldur okkara sansir og okkara fysisku vinarbond.
Føroyar eru eindømi í heiminum við eini veiðuskipan, sum er kollektivt stýrd av statinum. Í flestu øðrum londum er veiða skipað eftir økjum, tí stovnar og fjølbroytni eru ymisk frá stað til stað.
Verandi skipan tænir hvørki djórum ella menniskjum. Vit eiga at gera eina skipan, ið flytir avgerðarrættin út aftur til økini – Føroyar eru ikki einans Tórshavn.
Og bygdalív ger Føroyar serstakt.
Skriva hevur Jóan Petur Joensen 11.02.2026