Seinastu árini hava vit aftur og aftur sæð, at gransking verður brúkt sum grundarlag fyri at leggja skuldina á føroyska veiðu, hóast prógvini ofta eru veik, ófullfíggjað ella beinleiðis skeivt tulkað. Nýggjasta dømið er játtanin á umleið sjey milliónir krónur til eina granskingarverkætlan, sum eftir øllum at døma fer at leggja størri dent á akademiskar tulkingar og mentanararv enn á ítøkilig og skjót átøk fyri at hjálpa sjófuglastovnunum.
Veiðu- og Skjótifelag Føroya hevur ongan mótvilja móti gransking. Tvørturímóti. Góð, óheft og jarðbundin gransking er ein fortreyt fyri skilagóðari náttúruvernd. Trupulleikin kemur, tá gransking verður einsíðug, politiserað og brúkt sum amboð til at undirgrava føroyska veiðumentan – uttan haldgóð prógv.
Í flestu almennum orðaskiftum um sjófugl verður veiða peikað út sum høvuðsorsøkin til niðurgongdina í stovnunum. Hetta verður sagt aftur og aftur, hóast alt bendir á, at orsøkirnar eru nógv breiðari og nógv meira álvarsligar: ovurfisking av fóðurfiski, broytingar í havumhvørvinum, dálking, minkandi føðigrunnur og veðurlagsbroytingar.
Tá hesir faktorar verða niðurspældir, meðan føroyskir veiðumenn verða útnevndir sum høvuðstrupulleikin, er tað ikki longur objektiv vísindi. Tað er ideologi.
Ein játtan á sjey milliónir krónur er stór. Tá so nógv pengar verða brúktir, eigur at vera rímiliga kravt, at úrslitini eisini eru ítøkilig. Tað er ikki nóg mikið at savna søguligar frásagnir, tulka mentanararv og skriva akademiskar greinar, um sjófuglastovnarnir samstundis halda fram at minka.
Tað, sum manglar, er fokus á praktisk tiltøk:
skipaða stýring, ið er basera uppá ítøkiliga vitan um ferða mynstur
vernd av búðøkjum
greining av føðigrunninum
og eina heildarmynd av ávirkanini frá fiskivinnu, veðurlagi og havumhvørvi.
Uttan hetta verður granskingin eitt sjálvendamál – ikki ein loysn.
Í Føroyum hava veiðifólk og fuglafólk í ættarlið fylgt við broytingum í náttúruni. Henda vitanin verður ofta ignorerað, tí hon ikki passar inn í eina akademiska frásøgn. Tað er ein stórur feilur.
Vernd og veiða eru ikki mótsetningar. Burðardygg veiða krevur djúpa virðing fyri náttúruni, og veiðifólk hava altíð havt sterkan áhuga í, at stovnarnir eru sunnir og burðadyggir. Tá veiðifólk verða sett til síðis, tapir bæði granskingin og náttúruverndin.
Veiðu- og Skjótifelag Føroya stendur fast við, at sjófuglastovnarnir skulu verjast. Men vernd má byggja á haldgóð prógv og heildarsjón – ikki á fordómar og politiskar dagsskráir.
Um gransking skal hava álvara og trúvirði, má hon:
vera óheft og fakliga haldgóð,
taka allar orsøkir við, ikki bara tær politiskt hentastu,
og viðurkenna, at føroysk veiðumentan er partur av loysnini – ikki trupulleikanum.
Tað er ikki nóg mikið at rópa “vernd”, um úrslitið verður, at ein livandi mentan verður niðurløgd, meðan teir veruligu trupulleikarnir verða liggjandi óloystir.