Landstýrið hevur lagt fram uppskot um at áleggja veiðufólki at skráseta fuglaveiði við navni og bústaði. Hetta verður lagt fram sum eitt krav, men spurningurin er, um hetta er í stríð við persónsdátuvernd og grundleggjandi rættarreglur.
Góðar ætlanir geva ikki myndugleikum rætt til at savna persónsupplýsingar.
At savna almenn hagtøl er eitt.
At krevja persónsupplýsingar um lógligt virksemi er nakað heilt annað.
Í hesum uppskoti er ongin áseting, sum beinleiðis heimilar navngivna skráseting av lógligari fuglaveiði.
Er tað veruliga so, at Havstovan og landstýrið ikki kunnu savna upplýsingar um veiðu, uttan at skilagóð fólk skulu skrásetast við navni, eftirnavni og øðrum persónsupplýsingum í almennum dátugrunni – og enntá verða gjørd sjónlig fyri almenningin?
Vit vilja gera landstýrinum og Havstovuni púra greitt, at:
– dulnevnd skráseting er ein munandi betri loysn enn navngivin skráseting,
– Havstovan hevur ongan tørv á øðrum enn samantaldum tølum fyri hvørt fuglaslag,
– og at sjálvboðin skipan er tann besta og mest optimala loysnin fyri at fáa eina so góða og neyva skráseting sum til ber.
Um endamálið við at fáa skrásett fugl kann røkkast uttan at persónsupplýsingar verða savnaðar, er navnakrav eftir okkara bestu sannføring ólógligt.
Ein av hornasteinunum í rættarskipanini er, at minst átreingjandi tiltøk skulu veljast.
Í hesum førinum verður farið beint til tað mest átreingjandi: full navngivin skráseting av lógligum og mentanarligum virksemi hjá vanligum borgarum – uttan at prógvað verður, at mildari loysnir ikki røkka.
Hetta er at gera seg inn á proportionalitetsprinsippið.
Navn og bústaður eru ikki óskyldigar upplýsingar. Hetta eru persónsupplýsingar, sum einans skulu savnast, um tær eru strangliga neyðugar.
Í hesum uppskoti verða tær kravdar sum sjálvfylgja, uttan ítøkiliga og neyva grundgeving.
Tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar, skal endamálið vera greitt, avmarkað og bundið.
Her er ongin greið áseting um:
– hvør hevur atgongd til dátur,
– hvussu leingi tær verða goymdar,
– ella hvat tær kunnu brúkast til í framtíðini.
Hetta skapar rættarótrygd og er óforeiniligt við grundleggjandi rættarprinsipp.
Hetta er ikki ein spurningur um at vera fyri ella ímóti veiði. Tað snýr seg um, hvussu langt myndugleikar kunnu ganga, tá teir vilja skráseta lógligt lív hjá borgarum.
Um navngivin skráseting av fuglaveiði verður góðtikin, er torført at síggja, hvar markið fer.
Uppskotið manglar:
– greiða lógarheimild,
– prógvað neyðsemi,
– proportionalitet,
– dátuminimering,
– og greitt avmarkað endamál.
Tí eigur tað ikki at verða sett í verk.
Vit eru ikki ímóti vísind, men fyri okkum er tað púra óskiljandi, hví Havstovan og almenningurin skulu vita, hvat stendur á døgurðaborðinum hjá veiðufólki.